1 FL TV (allarhelst: 1 Fürstentum Liechtenstein Television) er einasta sjónvarpsstøðin í Liktinsteini. Byrjað varð at senda 15. august 2008 á týskum. 15. august 2008 byrjaði 1FLTV at senda eftir at hava fingið loyvi frá liktinsteinsku stjórnini 1. Støðin sendir á týskum og verður rikini av eysturríkska handilsmanninum Beatrix Schartl 2.
Fólkið í Liktinsteini hevur altíð havt áhuga í at luttikið í evropeisku songkappingni, men hetta var ógjørligt, tí landið hevði ikki egna sjónvarpsstøð. Um støðin hinvegin velur at gerast limur í EBU, so ber til hjá landinum at melda seg til kappingina. Liktinstein royndi í 1976 at melda seg til, men hetta var noktað, tí eingin sjónvarpsstøð var í landinum 1.