Annita á Fríðriksmørk |
---|
 |
er eitt |
menniskja |
---|
Fødd(ur) |
27. jul 1968 í/á Tórshavn |
---|
Alma mater |
Føroya Læraraskúli |
---|
Starv |
politikari, lærari |
---|
Politiskur flokkur |
Tjóðveldi |
---|
Mál |
danskt mál, Føroyskt mál |
---|
Dátuheiti |
---|
Commons |
Annita á Fríðriksmørk |
---|
Annita á Fríðriksmørk (fødd 27. juli 1968) av Strondum er føroyskur politikari, útbúgvin lærari í 1992. Hon varð fyrstu ferð vald inn á Føroya Løgting í 1998 fyri Tjóðveldi. Hon varð Mentamálaráðharri í landsstýrinum hjá Anfinni Kallsberg frá 17. september til 5. desember 2003. Í 2008 var hon eitt stutt skifti fólkatingslimur, tá hon avloysti Høgna Hoydal frá 9. september til 24. oktober.
Annita var løgtingslimur frá 1998 til 2011, tó hevur hon havt farloyvi frá løgtinginum nakrar ferðir, eitt nú meðan hon var landsstýriskinna í mentamálum í 2003. Hon var næstvald á løgtingsvalinum í 2008 við 616 atkvøðum. Á løgtingsvalinum í 2011 varð hon ikki afturvald, men hevur tó verið avloysari okkurt tíðarskeið eftir valið í 2011. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon aftur vald í Løgtingið.
- 1998 - 2002 løgtingslimur
- 2002 - 2004 løgtingslimur
- 2004 - 2008 løgtingslimur
- 2008 - 2011 løgtingslimur
- 2015 - løgtingslimur
- 2008 - Fólkatingslimur frá 9. september til 24. oktober, avloysti Høgna Hoydal, sum var landsstýrismaður tá.
|
---|
Fólkaflokkurin | | |
---|
Sambandsflokkurin | |
---|
Javnaðarflokkurin | |
---|
Nýtt Sjálvstýri | |
---|
Tjóðveldi | |
---|
Framsókn | |
---|
Miðflokkurin | |
---|
Leysgangarar | |
---|
1 Annika Olsen fór úr Fólkaflókkinum og bleiv limur í Framsókn hin 17. sept. 2015. Hin 20. sept. 2015 fór hon úr Framsókn og bleiv leysgangari, fór í farloyvi til 30. okt. 2015, Joen Magnus Rasmussen avloysti. Gjørdist aftur limur av Fólkaflokkinum frá 4. feb. 2016. Sonja Jógvansdóttir fór úr Javnaðarflokkinum hin 15. sept. 2015 og bleiv leysgangari. Jógvan Skorheim fekk ikki loyvi frá Klaksvíkar býráð, har hann er borgarstóri, at taka sæti á tingi, tí søkti hann um farloyvi úr Løgtinginum. Magni Arge er eisini fólkatingslimur og søkti tí um farloyvi úr Løgtinginum frá 21. sept. 2015. Sjúrður Skaale var næstur á listanum at avloysa Rigmor Dam, ið gjørdist mentamálaráðharri, men hann søkti um farloyvi frá 17. sept. 2015, tí hann er fólkatingslimur. |