Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 26. okt 1963 í/á Klaksvík |
Starv | politikari, politistur |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur |
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (fyrr Hansen, fødd 26. oktober 1963 í Klaksvík) er ein føroyskur politikari (FF) og løgreglukvinna. Eftir student starvaðist hon hjá Postverki Føroya 1983–1985, og eftir tað tók hon útbúgving sum løgreglukvinna.
Hon hevur verið býráðslimur í Klaksvíkar býráð síðan 2009. Á løgtingsvalinum 2011 varð hon vald inn á Føroya Løgting við 344 atkvøðum. Hon er forkvinna í Løgtingsins rættarnevnd og limur í Løgtingsins trivnaðarnevnd.
Elsebeth er dóttur Ellinor Mariu og Gunnleyð Jakobsen. Hon er gift Finni Hansen, tey eiga børnini Ellinor Mercedis Finnsdóttir Hansen, Karl Amadeus Finnsson Hansen og Mathildu Mercedis Finnsdóttir Hansen.