Framsókn

Framsókn
Formaður Ruth Vang
Stovnaður 9. mars 2011
Høvuðsskrivstova Tórshavn, Føroyar
Ungdómsvongur Framsøkin Ung
Ideologi Liberalisma
Lokalt tilknýti Liberalistar
Litir Appilsingult
Løgting
2 / 33
Fólkatingið
(Føroyskir sessir)
0 / 2
Heimasíða
http://framsokn.fo

Framsókn er ein politiskur liberalur tjóðskaparflokkur í Føroyum. Flokkurin byggir hugsjón sína á liberalismu og stevnumið floksins er vinnuligt, persónligt og tjóðskaparligt frælsi. Flokkurin vil, at Føroyar gerast eitt tíðarhóskandi samfelag og hetta er eisini slagorð floksins. Framsókn ynskir eisini føroyskt fullveldi.

Søga Framsóknar

[rætta | rætta wikitekst]

Flokkurin varð stovnaður 9. mars 2011.[1] Hin 6. apríl 2011 vóru 2.300 undirskriftir handaðar løgmanni Kaj Leo Johannesen, sum tá eisini var innlendismálaráðharri.[2] Stigtakarar til Framsókn vóru Poul Michelsen og Hanna Jensen. Poul Michelsen hevði tá verið leysgangari á Føroya Løgtingi í eina tíð, eftir at hann tók seg úr Fólkaflokkinum hin 11. oktober 2010.[3]

Á løgtingsvali 2015 fekk flokkurin tveir tinglimir valdar: Poul Michelsen og Honnu Jensen. Hin 15. september 2015 gjørdist formaðurin Poul Michelsen landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum. Tá tók Ruth Vang sæti á tingið fyri hann. Hin 17. september 2015, tá ið nevndarsessir í Løgtinginum skuldu býtast, gjørdist Annika Olsen, ið fór úr Fólkaflokkinum eina viku frammanundan, limur í Framsókn og gjørdist forkvinna í Fíggjarnevndini. Framsókn hevði harvið fingið 3 tinglimir á fyrsta sinni, og fyri fyrstu ferð í søgu Føroya, hevði Løgtingið fingið ein flokk við meir enn einum tinglimi ið bara vóru kvinnur. Eftir fáum døgum valdi Annika tó at taka seg úr aftur Framsókn.

Hesi stovnaðu flokkin

  • Eyðna L. Hansen
  • Eli Christiansen
  • Finn Jensen
  • Hanna Jensen
  • Hans Anfinnson Norðfoss
  • Harriet Davidsen
  • Janus Rein
  • Óluvá Waagstein
  • Poul Clementsen
  • Poul Michelsen
  • Sissal Kjartansdóttir Kristiansen[4]

Løgtingsfólk

[rætta | rætta wikitekst]

Framsókn stillaði upp til Løgtingsval fyri fyrstu ferð 29. oktober 2011. Tað eydnaðist flokkinum at fáa tvey umboð vald á Føroya Løgting. Poul Michelsen fekk 581 atkvøður, meðan Janus Rein fekk 250 atkvøður. Næstur teimum vóru Hanna Jensen við 210, Tróndur Djurhuus við 169 og Sámal Petur í Grund við 111 atkvøðum.[5] Sostatt vóru tveir mans valdir: Poul Michelsen og Janus Rein. Árið eftir fór Janus Rein úr flokkinum, og seinni fór hann í Fólkaflokkin, so Framsókn hevði bert ein tinglim tað mesta av tingsetuni. Á løgtingsvalinum 2015 fekk flokkurin aftur tveir tinglimir valdir, hesaferð vórðu hesi vald: Poul Michelsen og Hanna Jensen.

Løgtingsfólk vald 2015-2019

[rætta | rætta wikitekst]

Hin 17. september 2015 gjørdist leysgangarin Annika Olsen, ið fór úr Fólkaflokkinum eina viku frammanundan, limur í Framsókn, og tingbólkurin hjá Framsókn øktist frá 2 til 3 tinglimir. Harvið hendi júst tað mótsætta, enn tað ið hendi eftir valið í 2011, tá ið flokkurin misti ein tinglim til Fólkaflokkin.

Løgtingsfólk vald 2019-2023

[rætta | rætta wikitekst]

Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Framsókn 2 tingfólk vald.[6]

Floksnevnd

[rætta | rætta wikitekst]

Tiltakslimir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Aktuelt.fo
  2. 24.fo[deyð leinkja]
  3. Kringvarp.fo, Løgmaður fingið 2300 undirskriftir frá Framsókn
  4. Framsokn.fo[deyð leinkja]
  5. Kringvarp.fo
  6. Hesi manna nýggja løgtingið, kvf.fo
  7. "Ruth Vang tók við sum forkvinna í Framsókn 6. mars 2020, eftir at Poul Michelsen segði frá sær tingsess og formanssessin fyri sjúku." Ruth Vang, framsokn.fo