Gary McKinnon

Gary McKinnon 12. juli í 2006.

Gary McKinnon (føddur 10. februar 1966 í Glasgow, Skotland) varð í 2002 tikin fyri at hava hakkað seg bæði inn í telduskipanina hjá Pentagon og eisini hjá NASA. Hetta gjørdi hann í íbúð sínari í London. Tað byrjaði um veturin í 2001. McKinnon, sum tá var 36 ára gamal, sat í íbúð síni í London og royndi at finna prógv fyri, at UFO eru veruleiki. Hann var arbeiðsleysur um hetta mundi, so hann nýtti alla tíð sína til hetta. Honum eydnaðist at koma sær inn í skipaninar hjá bæði NASA og Pentagon, men hann hevði ikki í hyggju at gera skaða, sigur hann. Hann vildi bert finna prógv fyri, at UFO-ar eru til. Í tíðarskeiðnum frá februar 2001 til mars 2002 hevur Gary McKinnon hakkað seg inn í 97 hernaðarteldur, skannað 73.000 teldur hjá skrivstovufólki í amerikansku umsitingini og oyðilagt fleiri terminalar hjá amerikansku sjóverjuni. Hann legði altíð eina heilsan á teldurnar. Heilsanin var henda: «Your security is really crap!». Stuðlar McKinnons vísa á, at hann hevur Aspergers syndrom og er sera intelligentur. Hansara ovurstóri áhugi fyri UFO er eisini ein avleiðing av sjúku hansara.

USA krevur at fáa Gary McKinnon útflýggjaðan og dømdan 60 ára fongsulsrevsing fyri at hava brotið seg inn í telduskipanina hjá Pentagon.