H. N. Jacobsens Bókahandil

H. N. Jacobsens Bókahandil
Slag
Partafelag [tørvar keldu]
Ídnaður Bókahandil
Stovnað 29 Juli 1865; 159 ár síðan (29 Juli 1865)[tørvar keldu]
Stovnari Hans Nicolai Jacobsen
Høvuðsskrivstova Havn, Føroyar
Tænastuøki
Føroyar
Heimasíða https://bokhandil.fo/

H. N. Jacobsen Bókhandil er gamal bygningur mitt í Havn og elsti bókahandil í Føroyum. Handilin hevur navn eftir Hans Nicolai Jacobsen, sum varð borin í heim 4. mai í 1832. H. N. J. Bókahandil byrjaði í Gongini í Tórshavn. Gamli realskúlin helt til, har H. N. Jacobsens Bókahandil er í dag.

Kunningarstovan í Havn hevur seinastu árini hildið til í eystara enda av bygninginum,[1] meðan bókahandilin húsast í miðjuni og í vestara enda av húsinum. Uttanfyri standa gomlu trøini frá 1870-árinum, ið eyðmerkja hendan týðandi stovnin fyri føroyska bókmentir, prentsmiðju- og forlagsvirksemi.

  1. Visittorshavn.fo

Útvortis ávísingar

[rætta | rætta wikitekst]