Hamferð er føroyskur doom metal-tónleikabólkur, sum varð stovnaður í 2008 av guitaristinum John Egholm. Tann fyrsta framførslan hjá bólkinum var til GBOB kappingina í 2008, har bólkurin spældi seg í finaluna. Aftaná GBOB var bólkurin óvirkin í eina tíð, burtursæð frá at manningin broyttist eitt sindur. Guitaristurin Theodor Kapnas og ljómborðsleikarin Esmar Joensen komu upp í bólkin, sum longu innihelt guitaristin John Egholm, sangaran Jón Hansen, bassistin Tinna Tótudóttir og trummuleikaran Remi Johannesen.[1] Bólkurin hevur fleiri ferðir spælt á føroyskum tónleikafestivalum og størri konsertum, t.d. á G! Festivalinum, Summarfestivalinum og Ólavsøkukonsertini. Í 2011 vóru teir á konsertferð í Evropa. Í mars 2012 vunnu teir kappingina her í Føroyum um at gerast tann tónleikabólkurin, ið slapp at kappast um at vinna ársins Wacken Metal Battle á Wacken Open Air festivalinum. Teir endaðu við at vinna kappingina í Wacken í Týsklandi. 28 tónleikabólkar spældu í finaluni, Hamferð vann.[2]
Fyrst í 2010 vann Hamferð tónleikakappingina Sement, sum gav teimum heitið "Føroya besti nýggi bólkur 2010". Í desembur 2010 vann Hamferð heitið sum besti nýggi bólkur í Føroyum á Planet Awards 2010. Í 2012 vann bólkurin tónleikakappingina "Wacken Metal Battle Føroyar 2012", sum gav teimum finalupláss á týskum tungmálms tónleikafestivali.
Hamferð var í november 2011 á konsertferð gjøgnum Evropa. Talan var um ein part av sokallaðu Dead Tyrants konsertferðini við heimskendu bólkunum Týr og Moonsorrow(FI) umframt minni kenda Crimfall(FI). Konsertferðin fevndi um 14 konsertir yvir 16 dagar, og leiðin gekk ígjøgnum Týskland, Belgia, Frakland, Sveis, Spania, Italia og Slovenia.[10]