Hanna Jensen stendur her millum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Magna Laksáfoss
Hanna Jensen (fødd 19. februar1973 í Leirvík) er ein føroyskur studentaskúlalærari og politikari (Framsókn). Hon var ein av stigtakarunum til at stovna Framsókn og er næstforkvinna í flokkinum.[1] Frá 2011 til 2015 var hon fyrsta varatingfólk hjá Framsókn og tók sæti fleiri ferðir á tingi. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon vald inn á Føroya Løgting.
Hanna er útbúgvin M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum frá Københavns Universitet og Fróðskaparsetur Føroya, harumframt hevur hon eisini tikið próvtøku í pedagogikk og stjórnmálafrøði. Hon starvast sum studentaskúlalærari og lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy síðan 2005, áðrenn tað undirvísti hon á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hon býr í Norðagøtu.
Hon hevur verið býráðslimur í Eysturkommunu síðan 2009, og er forkvinna í Mentanarnevndini.[2] Hon umboðaði Fólkaflokkin til 2011, tá ið hon, Poul Michelsen og onnur tóku stig til at stovna Framsókn.[3]
Hanna hevur verið franskur konsul í Føroyum síðan 2010.[4]
1 Annika Olsen fór úr Fólkaflókkinum og bleiv limur í Framsókn hin 17. sept. 2015. Hin 20. sept. 2015 fór hon úr Framsókn og bleiv leysgangari, fór í farloyvi til 30. okt. 2015, Joen Magnus Rasmussen avloysti. Gjørdist aftur limur av Fólkaflokkinum frá 4. feb. 2016. Sonja Jógvansdóttir fór úr Javnaðarflokkinum hin 15. sept. 2015 og bleiv leysgangari. Jógvan Skorheim fekk ikki loyvi frá Klaksvíkar býráð, har hann er borgarstóri, at taka sæti á tingi, tí søkti hann um farloyvi úr Løgtinginum. Magni Arge er eisini fólkatingslimur og søkti tí um farloyvi úr Løgtinginum frá 21. sept. 2015. Sjúrður Skaale var næstur á listanum at avloysa Rigmor Dam, ið gjørdist mentamálaráðharri, men hann søkti um farloyvi frá 17. sept. 2015, tí hann er fólkatingslimur.