Jákup Mikkelsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 14. aug 1970 í/á Klaksvík |
Starv | fótbóltsleikari |
Dátuheiti | |
Commons | Jákup Mikkelsen |
Jákup Nolsøe Mikkelsen (føddur 14. august 1970 í Klaksvík) er ein føroyskur fótbóltsleikari, málmaður. Hann er landsliðsleikari og hevur spælt meira enn 70 dystir fyri Føroyar. Hann hevur sett heimsmet fyri at vera tann elsti fótbóltsmálmaður í heiminum, sum hevur vart málið fyri sítt land í altjóða dysti.[1] Hetta hendi, tá hann vardi málið hjá Føroyum móti Íslandi í vinardysti hin 16. august 2012 á Laugardalsvøllinum, tá var Jákup 42 ár og ein dag gamal.[2] Hann er tann landsliðsleikarin hjá Føroyum, sum hevur spælt næstflestar A-landsdystir. Bara Fróði Benjaminsen og Óli Johannesen hevur spælt fleiri dystir enn Jákup.
Jákup Mikkelsen byrjaði sum málmaður og miðvallaleikari hjá KÍ, har hann spældi vaknamannafótbólt frá 1988 til 1992. Hann spældi eisini 14 dystir fyri KÍ í 1993 og 15 dystir í 1994. Í 1990-árunum spældi spældi hann mest í Danmark og Noregi. Eitt stutt skiftið spældi hann eisini við skotska felagnum Partick Thistle[3] Síðan flutti hann heimaftur til Føroya, har hann fyrst spældi við KÍ í 2004, síðan við B36 frá 2005 til 2007. Í 2008 og 09 spældi hann aftur við barndómsfelagnum KÍ, og síðan 2010 hevur hann spælt við ÍF.[4] Tá Jákup spældi í Danmark spældi hann við Herfølge BK í fleiri ár. Í 1999/2000 tá Herfølge vann meistaraheitið spældi Jákup við allar dystir uttan tveir. Hann gjørdist tann fyrsti føroyingurin sum vann steypakapping uttanfyri Føroyar. Jákup spældi báðir dystirnir við Herfølge móti Rangers í 2000/2001 Champions League innleiðandi umfar og fýra dystir afturat í UEFA Cup tað kappingarárið. Hann spældi 136 dystir fyri Herfølge BK. Eftir at hava spælt við Herfølge í 5 ár vunnu hann og felag hansara danska meistaraheitið.[5]