Jóannes Jakobsen (føddur 25. august 1961) er ein føroyskur fótbóltsvenjari og fyrrverandi fótbóltsleikari og landsliðsleikari, hann er eisini tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann hevur spælt fótbólt við HB frá barndómsárum til 1990 og síðan við ymiskum føroyskum liðum. Jóannes er hjálparvenjari á føroyska a-landsliðnum hjá monnum.[1] Jóannes er ættaður av Kamarinum í Havn og er ikki bara evnaríkur innan ítrótt, hann er eisini sangari, sangskrivari og tónasmiður og hevur útgivið trýggjar tónleikaútgávur umframt at hann er við á fleiri øðrum útgávum.
Jóannes Jakobsen var ein av landsliðsleikarum Føroya, tá Føroyar av fyrstan tíð sluppu at luttaka í altjóða kappingum. Hann var liðskipari á tí fyrsta Føroyska landsliðnum, sum vann søguliga sigurin 1-0 móti Eysturríki. Hann var liðskipari á landsliðnum tey fyrstu árini. Jóannes spældi 25 landsystir fyri Føroyar frá apríl 1989 til 1993.[2]