Kristina Háfoss | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 26. jun 1975 í/á Keypmannahavn |
Alma mater | Københavns Universitet |
Starv | løgfrøðingur, búskaparfrøðingur, politikari, civil servant |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Dátuheiti | |
Commons | Kristina Háfoss |
Kristina Háfoss (fødd Danielsen, 26. juni 1975, uppvaksin á Argjum)[1] er ein føroyskur økonomur, løgfrøðingur, politikari og fyrrverandi svimjari. Hon var fyrstu ferð vald inn á Føroya Løgting í 2002 fyri Tjóðveldi, í 2008 var hon mentamálaráðharri í eitt hálvt ár, í 2015 varð hon vald til fíggjarmálaráðharra, sum onnur kvinnan í føroysku politisku søguni, tann fyrsta var Jóngerð Purkhús.
Kristina er útbúgvin cand.jur. og cand.polit. frá Københavns Universitet í ávikavist 2002 og 2003. Hon var sett í starv í tað danska Uttanríkisráðið 1998–1999, í danska Fíggjarmálaráðnum 1999–2000 og á Løgmansskrivstovuni sumrini 1999 og 2000. [2] Harumframt var hon fíggjarligur ráðgevi undir arbeiðnum við at skriva eitt útoyggjaálit 2000–2001, økonomur í Landsbanka Føroya 2004–2005 og verkætlanarleiðari og íløguráðgevi í Føroya Banka í 2006. Síðan 2007 hevur hon verið deildarleiðari í Tryggingarfelagnum Føroyar.
Av hennara nevndar- og formanssessum kunnu nevnast: Forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) 1999–2000, forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF) 2005–2006, stýrislimur í P/F Smyril Line síðan 2011 og stýrislimur í tveimum av dótturfeløgunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar síðan 2011.
Sum ung svam hon fyri Havnar Svimjifelag og Føroyar, hon gavst at svimja meðan hon gekk í Hoydølum, og fór í staðin at spæla flogbólt. Kristina er abbadóttir Louis Zachariasen.[3]
Kristina Háfoss var næstformaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag 2001–2002, vald inn á Ting í Suðurstreymoyar valdømi 2002–2004 og limur í starvsnevnd Tjóðveldisflokksins 2004–2005.[4] Í februar 2008 gjørdist hon landsstýriskvinna í mentamálum í aðru stjórn Jóannesar Eidesgaard, men segði sessin frá sær aftur av persónligum ávum í august sama ár. Á løgtingsvalinum 2011 var hon vald inn í Løgtingið, har flokkur hennara kom at sita í andstøðu. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon afturvald og Tjóðveldi gjørdist partur av stjórnini hjá Aksel V. Johannesen. Hin 15. september 2015 varð Kristina útnevnd fíggjarmálaráðharri.[5]