Magnus Heinason (persónur)

Magnus Heinason
Føddur 1548
??, Føroyar
Doyði 18. januar 1589
Keypmannahavn, Danmark
Hjúnafelagi Sophia Axeldatter Gyhnterberg
Foreldur Heini Havreki og Gyri Arnbjørnsdatter

Magnus Heinason ( 4. mars 1545 (1548?) á Nesi[1] (ella í Oyndarfirði??) – 18. januar 1589, hálshøgdur á Gamlatorgi í Keypmannahavn). Sonur Heina Havreka. Umleið 1580 læt hann Havnar Skansa byggja at verja landið móti sjórænaranum.

Leygarmorgunin 18. januar í 1589 varð hann leiddur út á Gamlatorg í Keypmannahavn, sum var avrættingarstaðið. Magnus Heinason noktaði at hava bind fyri eyguni og hansara síðstu orð vóru: "Tak hetta burtur. Eg havi sæð mangt drigið svørð fyrr. Men ansa tær, at tú ikki sjálvur verður ræddur, tá ið tú høggur sakleysan mann".