Maraaya | |
---|---|
Maraaya í 2015 | |
Bakgrundskunning | |
Uppruni | Ljubljana, Slovenia |
Sjangrur | |
Ár virkin | 2014–nú |
Plátufeløg |
Dance and Love 2day Records BIP Records |
Heimasíða | maraaya.com |
Limir |
Marjetka Vovk Aleš Vovk ("Raay") |
Maraaya er ein slovensk sang duo. Navnið er komið burturúr nøvnunum hjá teimum báðum limunum Marjetku og Aleš ("Raay") Vovk. Á slovenskum týðir navnið "Hon eigur Rayy".[1]
Duoin var sett saman í 2014 tá parið gav út stakfløguna "Lovin' Me", sangurin var sera væl umtóktur á danshittlistunum í Belgia, Týsklandi, Italia og Slovenia. Rayy hevur skrivað sangir fyri nógvar slovenskar poppsangarar, og í 2014 stóð hann sum sangskrivari av slovenska sanginum "Round and Round" í Eurovision Song Contest 2014. Duoin Maraaya umboðar Slovenia í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "Here For You".
Marjetka og Rayy eru gift og eiga tveir ungar synir. Saman reka tey ein privatan tónleikaskúla fyri ungar evnaríkar tónleikarar.[2]