Miðflokkurin

Miðflokkurin
Formaður Jenis Av Rana
Stovnaður 3. mai 1992
Høvuðsskrivstova Tórshavn, Føroyar
Ungdómsvongur Ung fyri Miðflokkin
Ideologi Konservatisma
Lokalt tilknýti Konservativir
Litir Blátt
Løgting
2 / 33
Fólkatingið
(Føroyskir sessir)
0 / 2
Heimasíða
www.midflokkurin.fo


Miðflokkurin (MF) er ein politiskur flokkur í Føroyum. Miðflokkurin varð stovnaður 30. mai í 1992. Miðflokkurin er flokspolitiskt ógvuliga konservativur, tá ið talan er um siðfrøðilig virði; flokkurin er m.a. hart ímóti fosturtøku og samkyndum hjúnalagi [1]. Miðflokkurin hevur eisini fleiri ferðir talað ímóti at grein 266b skuldi koma í gildi í Føroyum.

Í 1991 settu nøkur trúgvandi fólk sær fyri at stovna nýggjan politiskan flokk. Tordur Niclasen, løgtingsmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk var ein av stovnarum floksins. Á fundi 30. november 1991 á Hotel Hafnia í Tórshavn varð gjørt av, at nýggi flokkurin skuldi eita Miðflokkurin. Eisini varð samtykt ein fyribils arbeiðsætlan, sum í dag er kend sum hini 16 punktini fremst í stevnuskránni. Fyri at nýggjur flokkur kann stilla upp til løgtingsval, er neyðugt at hava í minsta lagið 800 undirskriftir. Á stovnandi aðalfundinum í 1992 varð upplýst, at higartil eru savnaðar tilsamans 560 undirskriftir. Fyribils stevnuskrá varð løgd fyri fundin og samtykt.

Stevnuskrá

[rætta | rætta wikitekst]

Flokkurin virkar fyri einum samfelagi við kristnum grundarlagi, og at politiskar avgerðir, sum verða framdar, samsvara við hesa lívsáskoðan og hugsjón.

Virkað verður eisini fyri at sjúk, gomul og brekað fólk skulu hava eitt trygt og gott lív. Tað skal arbeiðast miðvíst við at minka um rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu. Føroyar skulu ikki verða partur av ES, men í staðin fyri styrkja samstarv við lond uttanfyri felagsskapin. Í siðfrøðiligum spurningum, sum til dømis fosturtøku, virkar flokkurin fyri at ófødda barnið verður vart við lóg. Deyðshjálp verður mett sum dráp og skal tí ikki vera møgulig.

Umboð á Løgtingi

[rætta | rætta wikitekst]
Navn Heimstaður
Jenis av Rana Tórshavn
Bill Justinussen Glyvrar

Á løgtingsvalinum 31. august 2019 fekk Miðflokkurin 2 tingfólk vald.[2]

Landsstýrisfólk 2011-2015

[rætta | rætta wikitekst]

Ávisingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-08. https://web.archive.org/web/20131208091238/http://www.in.fo/news-detail/news/samkynd-hava-bruk-fyri-hjalp/. Heintað 2014-04-16. 
  2. Hesi manna nýggja løgtingið, kvf.fo