Hondbóltsfelagið Neistin í Havn varð stovnað 21. mars 1931. Í apríl 2011 vunnu bæði mans- og kvinnuliðini hjá Neistanum føroyameistaraheitið. Tað ver fyrstu ferð síðan 1978, at bæði liðini hjá Neistanum vunnu føroyameistaraheitið sama kappingarár.[1] Í februar 2013 vunnu kvinnurnar hjá Neistanum steypakappingina.[2]
Steypakappingin í hondbólti hevur verið fyriskipað í Føroyum síðan 1985 fyri menn og síðan1987 fyri kvinnur. Neistin hevur vunnið steypakappingina fleiri ferðir, bæði hjá kvinnum og monnum.
Besta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur vunnið Steypakappingina í hondbólti 12 ferðir: 1987, 1988, 1989, 1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 2006 og 2012.[3]
Besta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið Steypakappingina í hondbólti 6 ferðir: 1992, 1994, 2009, 2010, 2011 og 2012.[4]
Besta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur vunnið FM 38 ferðir: 1943, 1946, 1948, 1952, 1953, 1954, 1955, 1956, 1957, 1959, 1966, 1967, 1969, 1970, 1971, 1972, 1973, 1974, 1975, 1978, 1979, 1980, 1982, 1983, 1984, 1985, 1986, 1987, 1988, 1989, 1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997, 2011 og 2012.[5]
Besta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið FM 8 ferðir: 1949, 1953, 1955, 1978, 2000, 2008, 2010 og 2011.[6]
Í 2011 spældi Neistin tveir altjóða dystir móti A C Latsia frá Kypros. Fyrri dysturin varð leiktur á Kypros 4. september 2011, Neistin vann tann dystin 17-30. Seinni dysturin varð leiktur í Høllini á Nabb hin 11. september 2011. Neistin vann heimadystin 37-25. Í alt var úrslitið: Neistin – A.C. Latsia 67 – 42 (37-25) (30-17). Næsta liðið, ið Neistin skal spæla ímóti verður Madeira, sum var nummar tvey í portugisisku deildini í 2010.[7] Teir sum vóru við í hópinum tá teir leiktu útidystin vóru hesir: Eirikur Magnussen, Bogi Henriksen, Jugoslav Djumich, Andrias Nielsen, Heini Hanusarson, Sjúrður K. Thomassen, Guðfinnur Thorsteinsson, Carl Herup Olsen, Finnur Hansson, Eddie Joensen, Áki Mørk, Teitur Magnusson, Rósing Rasmussen, Josef Abrahamsen, Ári Dam, Bartal T. Kamban og Jón Ludvig.[8]
Venjari hjá Neistakvinnum í Sunsetdeildini eru Kári Horn, hjálparvenjari er Jákup Hanusson. (Plássini niðanfyri eru tilvildarlig uttan hjá málmonnunum, hetta tí at fyrimyndin til talvuna er úr fótbóltinum, og tað er ringt at finna útav, hvør ið leikar sum verjuleikari og hvør sum álopsleikari í hondbólti).
|
|
Hópurin er dagførdir umvegis Burn Deildina 2020.