Restorffs Bryggjarí

5 av teimun 9 ølunum frá Restorff

Restorffs Bryggjarí varð stovnað av Martin Christian Restorff í seinnu helvt av 19. øld í Tórshavn.

Øll bjórmerkini hjá bryggjarínum høvdu ártalið 1849. Hetta vísur tó ikki til stovningarár Restorffs, tí framleiðsla av alkohol var bannað í Føroyum til 1856. Martin Christian flutti til Føroya í 1848 við konu sína Else Jacobine f. Jacobsen. Pápi hennara var føroyingur Poul Andreas Jacobsen og mamman var svensk Helene Fagerholm. M.C. Restorff hevði lært til bakara og kondittara, tá hann flutti til Havnar, sum fyrsti bakarasveinur í Føroyum.

Restorffs Bryggjarí var í ogn hjá Restorff familjuni til 2002, tá tveir handilsmenn úr Havn keyptu partabrøvini. Teir settu bryggjaríið til sølu í januar 2007. Tá eingin keypari vísti áhuga, varð bryggjaríið afturlatið í august 2007. Tað var eitt av av teimum elstu bryggjaríninum í Norðurlondum.

  • Restorffs Gull 5,7% alc. vol.
  • Vargur (2002) 5,7% alc. vol.
  • Tarvur Nýpilsnar (2002) 4,6% alc. vol.: Kom ístaðin fyri Silvur.
  • Restorffs Pilsnar (2002) 4,6% alc. vol.: Kom ístaðin fyri Silvur.
  • Mungát (2002): Mungát er tikið úr Seyðabrævinum og er 800 ára gamla føroyska heitið fyri tað ølið sum varð bryggjað á øllum føroyskum bóndagørðum. Mungát merkir ein positiv gáva til sinnið.
  • Jóla Gull 5,7% alc. vol.
  • Jólatrøllið (2002) 5,7% alc. vol.: Kom ístaðin fyri Jóla Gull.
  • Jóla Øl: Myrk og søtt øl við lágum alkoholi.
  • Ólavsøku Gull 5,7% alc. vol.
  • Silvur, 4,6% alc. vol.: Lætt pilsnar øl.
  • Skarv, 5,7% alc. vol.: Hálv myrkt gull øl.
  • Skansa Øl, 4,6% alc. vol: Hálv myrkt pilsnar øl.
  • Páska Bryggj 5.7% alc. vol.
  • Víkingur: ljóst pilsnar.
  • ASSU
  • SISU
  • Club Soda
  • Apollo HAWAII Dream
  • Hindber
  • Kola
  • Peru
  • Sport Vatn
  • Apollinaris
  • Jolly Cola