SIC er eitt føroyskt heavy metal-orkestur úr Havn, sum varð stovnað í 2002.
Sic varð stgovnað í 2002 av guitarleikaranum Eddie Jacobsen og trummuspælaranum Kára Skibenæs. Í 2003 gjørdist Mikkjal G. Hansen partur av Sic, og í februar 2005 komu Magnus Hansen, trummusláari, Frans Arge Galán, guitaristur og Gudmar Hansen, bassistur afturat. Kári fór úr bólkinum í 2005, Meinhard Joensen spældi bass frá 2003 til 2005. Magnus Hansen gavst í 2009, í staðin kom Dennis Buhl við sum trummusláari í 2010, Dennis er fyrrverandi limur í danska death og trash metal bólkinum Hatesphere.
Í 2007 útkom fyrsta fløgan hjá SIC, "Pandemonium", eftir at teir høvdu samstarva við tónleikaframleigaran Tommy Hansen í Jailhouse Studios, í Danmark. Fløgan fekk positiv ummæli úr londum sum Peru, Týsklandi, Noregi, Danmark, Grikkalandi, Stóra Bretlandi og USA.
Í november 2007 settu teir í SIC Orpheus Spiliotopoulos í starv sum teirra umboðsmann[1] (Scar of The Sun, Kinetic, ex-Dreamtone & Iris Mavraki's Neverland). Sama mánaðin vóru upptøkur gjørdar í Grikkalandi av SIC til teirra annað tónleikfilmslag, "Rosegarden In Hell" [2] við grikska filmsframleiðaranum Achilleas Gatsopoulos sum fyrr hevði leikstjórnað film til sangin "Monochromatic Stains" hjá Dark Tranquillity. Hann hevði eisini arbeitt innan tað listarliga økið við filmum sum Charlie and the Chocolate Factory og Harry Potter and the Prisoner of Azkaban (Harry Potter og fangin úr Azkaban). Videolagið varð frumsýnt á MTV Denmark'sa "Headbanger's Ball" hin 13. apríl 2008.
Í 2009 og 2010 var SIC tilnevnt føroyskar Planet Awards, men vunnu tó ikki.
Í mars 2013 spældu teir í Sjónleikahúsinum í Havn til Wacken Metal Battle Føroyar 2013, sum var ein kapping um at sleppa at spæla í Týsklandi á tí stóra Wacken Metal Battle Festivalinum. Tað endaði við at SIC vann kappingina í Føroyum, og sleppa teir sostatt við til kappingina í Týsklandi.[3]