Viðarlundin: Við Sandá finna vit viðarlundina. Fyrstu trøini vóru gróðursett í 1913. Viðarlundin er ógvuliga lítil og hevur bert eina gøtu. Har vaksa bæði nálatrø - fura, grannatrø, lerkatrø - og trø ið bera leyv - ahorn, bjørk og trø í Alnus-ættini.
Tingstaður: Vártingið í Eysturoy varð hildið á Selatrað. Tingsteinurin stendur enn og ikki langt haðani stendur ein stórur klettur í fjøruni. Staðið nevnist á Gálga og her sigst at brotsmenn vóru hongdir.
Kirkjan: Kirkjan er frá 1927 og er fyrsta kirkjan á staðnum. Selatraðar kirkja er fyrsta føroyska kirkjan, ið er stoypt øll sum hon er. Vígslan var triðja jóladag 1927.
Blásendi: Um tú fylgir vegnum frá teimum norðastu húsunum nakrar hundrað metrar finnur tú ein av Føroya vakrastu fossum. Um summari er ikki nógv vatn í ánni, men í áarføri er vatnferðin øgilig.
Skótadepilin: KFUM skótarnir í Føroyum hava síðani 1993 átt og rikið skótdepilin á Selatrað. Har er nógv at síggja. Milum annað bálstað við plássi til 500 fólk[2]. Eitt spælipláss til tey smærru og ein wc-bygningur, ið er opin almenninginum alt árið runt. Um summarið er tann stóra familjulegan har fólk kunna avprøva alskyns skótavirksemi.