Sjúrður Skaale | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 8. mar 1967 í/á Tórshavn |
Alma mater | Københavns Universitet, Complutense University of Madrid |
Starv | journalistur, sangari, skemtari, politikari, high-school teacher |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi |
Mál | Føroyskt mál, danskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 000000043428841X |
VIAF | 308694644 |
LCAuth | n2014049883 |
Commons | Sjúrður Skaale |
Sjúrður Skaale (f. 8. mars 1967 í Havn), útbúgvin bachelor (BA) í Stjórnmálafrøði, skemtari, sangari og politikari. Harumframt hevur hann verið tíðindamaður. Sjúrður er sonur Jóannes og Óluvá Skaale. Hann er giftur við Súsonnu O. Skaale.
Sjúrður er virkin innan føroyskan og danskan politikk. Hann varð valdur á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi í 2008 og sat har til 2011. Hann var limur í Løgtinsins Mentanarnevnd. Sjúrður var eisini varalimur til Fólkatingið 2007-2011 og møtti fast fyri Høgna Hoydal frá 19. februar 2007 til 8. september 2008. Eftir nakað av skriving í bløðunum, har hann og formaður floksins, Høgni Hoydal, ikki drógu somu línu viðvíkjandi stjórnarskipanini, tók hann seg úr flokkinum í 2011. Hann var leysgangari í nakrir mánaðir, síðan meldaði hann seg inn í Javnaðarflokkin og stillaði upp fyri Javnaðarflokkin til Fólkatingsvalið sum var 15. september 2011. Hann gjørdist toppskorari fyri flokkin við 1539 atkvøðum[1] og varð valdur á Fólkating, sum annað av føroysku umboðunum. Hann er formaður fyri Fólkatinsins Føroyanevnd (Færøudvalg), limur í delegatiónini til Norðurlandaráðið og varalimur í Fólkatingsins Uttanríkisnevnd.
Hann bleiv valdur aftur á Fólkating í juni 2015 við 2.495 atkvøðum.[2]
Í 2019 vann hann sessin í Fólkatinginum triðja ferð á rað. Hann fekk 3.331 persónligar atkvøður.[3]
Sjúrður er kendur fyri at hava gjørt skemtisendingarnar Pipar & Salt saman við vinmanninum Jákupi Veyhe og hevur eisini gjørt skemtirøðina 'E Elski Førjar'.