Stórtingsvalið 2013
|
|
|
|
Stórtingsvalið 2013 fór fram í Noregi 8. og 9. september 2013. Teir borgarligu flokkarnir vunnu stórtingsvalið í Norra í 2013. Høgraflokkurin og forkvinnan Erna Solberg vunnu 9. september norska stórtingsvalið móti Jens Stoltenberg og Arbeiðaraflokkinum. Høgraflokkurin fekk stóra framgongd á valinum, vann 18 sessir afturat og kom upp á 30 sessir í Stórtinginum. Saman við Framburðsflokkinum hjá Siv Jensen, sum annars hevði stóra afturgongd og misti 12 tingsessir, hevði Høgraflokkurin 77 tingsessir. Arbeiðaraflokkurin misti 9 tingsessir og fekk 55 limir.
Smærru flokkarnir Kristiligi Fólkaflokkurin og Venstre fingu ávikavist 10 og 9 tingsessir, og báðir flokkarnir høvdu ført valstríð upp á eitt stjórnarskifti. 30. september boðaðu teir báðir flokkarnir so frá, at teir stuðlaðu eini minnilutastjórn hjá Ernu Solberg uttan at krevja nakrar ráðharrasessir til sín sjálvs.
Sostatt kundi Erna Solberg sum væntað skipa nýggja stjórn, so skjótt sum Jens Stoltenberg hevði lagt frá sær, og tað gjørdi hann í oktober. Endaliga úrslitið av norska stórtingsvalinum var, at Arbeiderpartiet fekk 30,8% og 55 tingsessir. Høyre fekk 26,8% og 48 sessir, Fremskrittspartiet fekk 16,3% og 29 sessir, Kristelig Folkeparti fekk 5,6% og 10 sessir, Senterpartiet fekk 5,5% og 10 sessir, Venstre fekk 5,2% og 9 sessir, Sosialistisk Venstreparti fekk 4,1% og 7 sessir, og De Grønne fekk 2,8% og 1 tingsess. Hetta var fyrstu ferð, at Grøni flokkurin kom í Stórtingið.