Sumba er sunnasta bygd í Suðuroy og harvið eisini í Føroyum. Sumba er størsta bygdin í Sumbiar kommunu, ið eisini fevnir um Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Akraberg. Tó eru tað bert í Sumba, Lopra og Økrum at fólk búgva, ongin fastbúgvandi er í Víkarbyrgi og Akrabergi. Sumbiar kommuna hevur høvuðssæti í Sumba. Fólkatalið í Sumba er farið nógv aftur síðan kreppuna í 1990-árunum. Í 1985 var fólkatalið í bygdini 540. Hin 1. januar 2016 var tað 237.
Sumba er ein av gomlu bygdunum í Føroyum við fleiri býlingum. Ein er býlingurin í Hørg, ið liggur ovarliga í bygdini. Kendasta skaldið í Suðuroy, Poul F. Joensen (1898-1970), var ættaður úr Hørg, og verður eisini nevndur "Hargaskaldið".
Úr Sumba eru nógvar sagnir uppskrivaðar, og ein teirra er "Hargabrøðurnir" synir Sterku Marjun. Søgnin um Hargarbrøðurnar er um fýra brøður í Hørg, ið vóru tiltiknir fyri styrki. Einaferð ránsmenn úr Írlandi gjørdu innrás í Hvalba, var boð sent um oynna eftir hjálp. Tá kom dirvið og styrkin hjá Hargabrøðrunum væl við, so teir ikki sluppu longur suður á oynna, men vóru riknir aftur til sjós.[2]