Tindhólmur er ein hólmur í Vágum. Kemur ella fer ein við flogfari umvegis Vága Floghavn, er tað ofta, at ein flýgur fram við Tindhólmi. Tindhólmur er størsti hólmur í Føroyum, og er hann 65 hektar til støddar[1]. Hólmurin er tvær merkur og hevur nógvan fugl. Í hólminum er ofta grind deyð, men seinastu ferð um leið 1970.
Tann sermerkti hólmurin, sum sæst úr bygdini Bø, hevur fingið navn eftir sínum høgu tindum. Tindarnir eru fimm í tali, og eita teir Ytstitindur, Arnatindur, Lítlitindur, Breiðitindur og Boygditindur. Í skúlanum hevur verið vanligt, at børnini lærdu tindarnar við hesi ramsuni Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Bogni, og er ramsan eisini nýtt sum niðurlag í einum populerum sangi.
Hóast eingin býr har, hevur tað ikki altíð verið so. Søgn er, at hann skal hava verið bygdur í gomlum døgum. Søgan sigur, at ein familja (maður, kona og barn) búði har einaferð, men meðan maðurin var og fiskaði, kom ein ørn og tók smábarnið, og fleyg tað upp á ein av tindunum. Og hóast mamman megnaði at fara eftir barninum, var ov seint. Eftir hetta flutti familjan av oynni, og síðan tá hevur eingin búsett seg har.