Trøllanes | |
Troldenæs (danskt) | |
Bygd | |
Trøllanes
| |
Land | ![]() |
---|---|
Sýsla | Norðoyar |
Oyggj | Kalsoy |
Kommuna | Klaksvíkar kommuna |
Íbúgvar | 15 (2015)[1] |
Postnummur | FO-797 |
Markatal | 16-00-00 |
Trøllanes er ein bygd í Kalsoy. Trøllanes er tann norðasta av fýra bygdum á Kalsoynni og liggur væl vard millum Nestindar og Borgarin, sum er tað norðara fjallið av teimum báðum. Trøllanes er næstnorðasta bygd í Føroyum. Tann norðasta bygdin í Føroyum er Viðareiði, sum liggur á Viðoynni.
Frá Trøllanesi kanst tú ganga til vitan úti á Kallinum. Haðan kanst tú síggja norðastu Føroyar og hyggja út í havsbrúnna. Á Trøllanesi kanst tú eisini vitja Mikkjalssmiðju. Mikkjalssmiðja er í minsta lagi 200 ár – kanska 300 ár, so smiðjusiðvenjan hevur djúpar røtur í bygdini. Nakrir av bestu smiðunum í Føroyum upp ígjøgnum tíðina eru ættaðir av Trøllanesi og Mikladali, haðan fleiri mæt listafólk eisini eru ættað.[2]
Heimsatlas, Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn 1993, 2. upplag 1994.
Klaksvíkar kommuna |
---|
Klaksvík | Árnafjørður | Ánirnar | Norðoyri | Mikladalur | Trøllanes | Svínoy |