Uni Arge | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 21. jan 1971, 20. jan 1971 í/á Tórshavn |
Alma mater | Journalisthøjskolen |
Starv | fótbóltsleikari, sangari, hondbóltsleikari, journalistur, sangskrivari, sjónleikari |
Foreldur | faðir Jógvan Arge |
Mál | danskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000425631271 |
VIAF | 306102426 |
LCAuth | n2014000222 |
Uni Jógvansson Arge (f. 20. januar 1971) er føroyskur blaðmaður, fyrrverandi fótbóltsleikari og landsliðsleikari, hondbóltsleikari, tónleikari, tónasmiður, sangari og rithøvundur. Uni leikti 105 dystir fyri Kyndil og skeyt 693 mál.[1] Hann er næstformaður í Kyndli. Tá hann spældi fótbólt, so leikti hann øll árini í Føroyum við HB. Hann hevur eisini spælt uttanlands, 1998-99 spældi hann við íslendska felagnum Leiftur, frá 1999 til 2000 spældi hann við danska felagnum Aarhus Fremad, og í 2000 spældi hann við íslendska felagnum ÍA Akraness.
Uni Arge hevur spælt 37 A-landsdystir fyri Føroyar í tíðarskeiðnum 1992-2002. Uni skoraði 8 mál fyri Føroyar í 37 landsdystum.[2]
# | Dagur | Vøllur | Mótstøðulið | Mál | Úrslit | Kapping |
---|---|---|---|---|---|---|
1 | 25. apríl 1993 | Tsirion Stadium, Limassol, Cyprus | Kýpros | 3-1 | 3-1 | 1994 WC Qualifying |
2 | 4. september 1996 | Svangaskarð, Toftir | Spania | 2-6 | 2-6 | 1998 WC Qualifying |
3 | 8. juni 1997 | Svangaskarð, Toftir | Malta | 1-0 | 2-1 | 1998 WC Qualifying |
4 | 9. juni 1999 | Svangaskarð, Toftir | Bosnia og Hersegovina | 1-1 | 2-2 | 2000 Euro qualifying |
5 | 9. juni 1999 | Svangaskarð, Toftir | Bosnia og Hersegovina | 2-1 | 2-2 | 2000 Euro qualifying |
6 | 26. apríl 2000 | Rheinpark Stadion, Vaduz, Liktenstein | Liktenstein | 1-0 | 1-0 | Vinardystur |
7 | 3 september 2000 | Svangaskarð, Toftir | Slovenia | 1-2 | 2-2 | 2002 WC Qualifying |
8 | 13 februar 2002 | Pafiako Stadium, Paphos, Kýpros | Liktenstein | 1-0 | 1-0 | Vinardystur |
Í oktober 2007 gav Uni út fløguna "Mitt í sjónum".
Í 2009 gav hann út fløguna Meldurtíð.