Wye Dalurin

Wye Dalurin, útsýni til Tintern Abbey

Wye Dalurin er ein dalur sum er báðumegin markið millum Ongland og Wales. Í Onglandi, Wales og Norðurírlandi hava tey ein máta at viðurkenna náttúruøkið, sum hava serligan landslags týdning. Henda viðurkenning verður nevnd Area of Outstanding Natural Beauty, stytt AONB. Wye Dalurin hevur hesa viðurkenning. Landslagið her er eitt av tí vakrasta og mest dramatiska, sum ein kann finna í Suðuronglandi. Áin Wye (Welsh: Afon Gŵy) rennur oman gjøgnum Wye Dalin, hon er fimt longsta á í Stóra Bretlandi. Tann ovasti parturin av ánni rennur ígjøgnum býirnar Rhayader, Builth Wells og Hay-on-Wye, men tað økið sum hevur fingið viðurkenningina AONB fevnir bert um tað 72 míl langa strekkið sum er longri niðri við ánna, frá beint sunnanfyri býin Hereford til Chepstow.


Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]