Coihue-suðurbók (frøðiheiti - Nothofagus betuloides) (spanskt Guindo ella Coihue de Magallanes), er eitt veturgrønt træ, ið er upprunavøkstur í Suður Patagonia.
Í 1769 tók Sir Joseph Banks eitt træ av Eldlandinum (Tierra del Fuego) á fyrstu ferðini hjá James Cook, og hevði tað við sær heimaftur.
Coihue-suðurbók veksur frá Suður Kili (Chile) og Argentina 40°S og suður á Eldlandið (56° S), træið tolir frost niður í 20°C, og veksur frá sjóvarstrond upp í 500 metra hædd. Træið er veturgrønt og kann gerast upp í 25 metur til hæddar, steyrrætt, og tolir bæði vetrarkulda og væntandi summarhita.
Coihue-suðurbók er gróðursett í serliga Skotlandi og Føroyum her hon vísir seg at vera fullkomiliga harðfør.[1]
Viðurin hevur vøkur eyðkenni, er reydligur á liti, harður, hálvtungur og verður brúktur í møbla-ídnaðinum.