Erlendur Patursson

Erlendur Patursson
er eitt menniskja
Fødd(ur) 20. aug 1913 í/á Kirkjubøur
Andaðist 16. jun 1986 í/á Kirkjubøur
Alma mater Københavns Universitet
Starv politikari, editing staff, fakfelagsleiðari, búskaparfrøðingur, yrkisbókahøvundur
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Foreldur faðir Jóannes Patursson
Mál danskt mál
Dátuheiti
VIAF 313438871
Commons Erlendur Patursson

Erlendur Patursson (20. august 1913 - 16. juni 1986) føddur í Kirkjubø, sonur Jóannes Patursson og Guðny. Blaðungur fór hann til Íslands, har hann í 1933 tók studentsprógv. Haðani fór hann til Oslo, har hann tók 1. part í búfrøðislestri, fullfíggjað cand. polit prógv tók hann á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1942. Heimafturkomin til Føroya eftir stríðslok var hann fíggjarligi ráðgevi løgtingsins 1946-1947, eitt skifti fiskimaður og í 1953 varð hann kosin til formann í Føroya Fiskimannafelag. Nú kom hann av álvara upp í politikk. Hann var við til at stovnseta Tjóðveldisflokkin og gjørdist í apríl 1949 blaðstjóri á málgagni floksins 14. September, eitt starv hann røkti í fyrstu atløgu fram til 1962 og aftur frá august 1973 til januar 1976.

Í 1954 varð hann valdur tingmaður fyri Sandoyar valdømi, sum hann umboðaði fram til 1966. Frá 1970 hevur hann verið valdur á ting fyri Suðurstreymoyar valdømi. Hann var landsstýrismaður í sjálvstýrislandsstýrinum 1963-1966 og føroyskur fólkatingsmaður 1973-1977. Patursson hevur lagt úr hondum frágera nógv skrivligt tilfar, umframt tær hundraðtals politisku blaðgreinirnar og tey mongu ritini, ið viðgera samfelagsmál, hevur hann skrivað tvey stórverk.

Annað er minningarrit Føroya Fiskimannafelags"»Fiskiveiði - Fiskimenn 1850-1939 I-II", sum kom út 1961, og fram-haldið "Fiskivinna og fiskivinnumál 1940-1970 I-II-III", ið kom út í tíðarskeiðinum 1976-1981, og hitt er ein Føroya søga, ið ætlandi kemur í 5 pørtum, harav tríggir eru komnir. Fyri ritverk síni fiskivinnuni viðvíkjandi fekk høvundurin í 1981 heiðursløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir

Givið út

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1942 - Fólkaflytingin úr Føroyum
  • 1945 - Føroysk búreising
  • 1945 - Føroysk stjórnarmál
  • 1961 - Fiskiveiði - fiskimenn : 1850 - 1939 (2 bd.)
  • 1965 - Føroya søga lll - úr einaveldi í amtsveldi stjórnarviðurskifti 1834-54.
  • 1976 - 1981 - Fiskivinna og fiskivinnumál 1940 - 1970 (3 bd., fekk M. A. Jacobsens heiðursløn fyri yrkisbókmentir 1981)
  • 1983 - Sjón og seiggj : samfelagsligar greinir
  • 1985 - Í hjørtum okkara býr frælsi
  • 1985 - Political facts about Faroe Islands
  • 1986 - Aldrig kan et folk forgå - som ikke vil det selv

Heiðurslønir

[rætta | rætta wikitekst]