Eunice Kennedy Shriver (10. juli 1921 í Brookline, Massachusetts – 11. august 2009 í Hyannis, Massachusetts) var ein av limunum í kendu Kennedy familjuni í USA. Hon var systir John F. Kennedy, forseta, og virkaði nógv fyri at bøta um korini hjá fólki við likamsbreki. Sipað verður til, at Eunice í 1968 fekk í lag serstakar olympiskar leikir fyri likamsbrekað. Hon byrjaði leikirnir í Maryland á bóndagarði hennara í 1962. Leikirnir vóru tá nevndir Camp Shriver. Seks ár seinni gjørdist hesir leikir til Paralympisku Leikirnir. Eunice Shriver var í miðjum systkinaflokki av teimum tilsamans níggju børnunum hjá Rose og Joseph P. Kennedy. Ein ætt, sum í 20. øld hevði stórt politiskt vald í USA. Umframt John F. Kennedy, sum varð valdur til amerikanskan forseta í 1960, og sum varð skotin í 1963, var Eunice systir til senatorarnar Robert Kennedy og Edward Kennedy. Robert Kennedy royndi í 1968 at gerast forseti, men varð myrdur.
Edward Kennedy, sum fekk krabbasvull á heilan og doyði í 2009, verður roknaður sum ein av leyvunum í Demokratiska Flokkinum. Hann hevur sum politikari virkað nógv fyri at bøta um heilsuumstøðurnar hjá fólki. Við at stovna serstakar olympiskar leikir fyri brekað, var Eunice Shriver somuleiðis virkin á heilsuøkinum. Og hon royndi eisini at bøta um umstøðurnar hjá menningartarnaðum – eitt arbeiði, hon helt á við til hon var farin langt um tey fýrs árini. Eunice Shriver var vermóðir til Arnold Schwarznegger (R), sum var guvernørur í Kalifornia frá 2003 til 2011.
Tað vóru næstingarnir hjá Eunice Shriver Kennedy, sum 11. august 09 góvu boðini um, at hon var deyð, 88 ára gomul. Hon doyði í Hyannis í Massachusetts, sum er tætt knýttur at Kennedy-ættini. Heimurin minnist hana mest fyri ídna virksemið at bøta um korini hjá likamsbrekaðum fólkum. Virksemi hennara broytti korini hjá hundraðtals miljónum fólkum í øllum heiminum. Maður hennara Sargent Shriver doyði í januar 2011. Eunice Kennedy Shriver var 88 ára gomul tá hon doyði.