Holger Juul Hansen (14. august 1924 í Nyborg – 19. mars 2013 í Keypmannahavn [1][2]) var ein danskur sjónleikari og upplesari av ljóðbókum.
Frá sjónvarpi minnast fólk hann best fyri hansara leiklut í sjónvarpsrøðini Matador, har hann spældi tann konservativa bankastjóran Varnæs, og fyri hansara leiklut í Riget og Riget II, har hann spældi yvirlæknan Moesgaard.