Pauli Ellefsen

Pauli Ellefsem
Føroya Løgmaður
Í embæti
5 januar 1981 – 10 januar 1985
Monarkur Margrethe II
Undanmaður Atli P. Dam
Eftirmaður Atli P. Dam
Formaður í Sambandsflokkurin
Í embæti
1974–1990
Undanmaður Trygvi Samuelsen
Eftirmaður Edmund Joensen
Løgtingslimur
Í embæti
8 Desember 1974 – 17 November 1990
Persónlig kunning
Fødd(ur) Joen Pauli Højgaard Ellefsen
(1936-04-20)20. apríl 1936
Miðvágur, Føroyar
Andaðist 24. august 2012(2012-08-24) (aldur 76)
Tórshavn, Føroyar
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin

Joen Pauli Højgaard Ellefsen, best kendur sum Pauli Ellefsen, ( 20. apríl 1936 - 24. august 2012, føddur í Miðvági), var føroyskur politikari og ríkisgóðkendur grannskoðari. Hann var løgmaður í Føroyum frá 5. januar 1981 til 10. januar 85.

Lívsleiðin

[rætta | rætta wikitekst]

Arbeiðsroyndir og útbúgving

[rætta | rætta wikitekst]

Sum ungur var hann fiskimaður og útróðrarmaður. Miðskeiðis í fimtiárunum var hann við sluppini William Martin í tvey ár, sum abbi hansara, Dánjal Petur Højgaard úr Rituvík, átti. Sluppin var til fiskiskap undir Føroyum og Íslandi. Seinni fór hann í skúla og lærdi til telegrafist og hevði kjans hjá danska reiðarínum Dansk-Fransk í tvey ár. Hann las til grannskoðara í Keypmannahavn. Meðan hann las arbeiddi hann samstundis sum grannskoðari. Eftir at hann var liðugur at lesa, arbeiddi hann í nøkur ár hjá revisiónsfirmanum C. Jespersen. Í 1969 gjørdist hann ríkisgóðkendur grannskoðari. Hann flutti heimaftur til Føroya fyrst í 1970-árunum, har hann eitt skifti hevði grannskoðaravirkið Sundstein & Ellefsen saman við Jógvani Sundstein. Í 1975 stovnaði hann sítt egna virki. Hann arbeiddi sum grannskoðari til 2006. Meðan Pauli var upptikin av politikki hevði hann onnur at taka sær av grannskoðaravirkinum. Robert LeFevre var stjóri eitt skifti, meðan Pauli var í politikki. Ein sonur og síðani ein verdóttur komu sum frá leið upp í fyritøkuna, seinni eisini sum ríkisgóðkendir grannskoðarar.[1]

Politiska lívleiðin

[rætta | rætta wikitekst]

Pauli gjørdist av álvara virkin í føroyskum politikki í 1974, tá hann fyri fyrstu ferð var valdur inn á Føroya Løgting fyri Sambandsflokkin. Táverandi formaður Sambandsfloksins, Trygvi Samuelsen, varð ikki afturvaldur, og tí bleiv nýggjur formaður valdur, og valið fall á nývalda Paula Ellefsen. Hann varð formaður floksins til hann valdi ikki at stilla upp aftur í 1990. Pauli var eisini virkin á danska Fólkatinginum, 1. mars 1977 varð hann valdur inn á Fólkatingið fyri fyrstu ferð.[2] Tað var meðan Pauli Ellefsen var løgmaður, at samtíðarskattaskipanin varð sett í verk.

Nevndarsessir

[rætta | rætta wikitekst]
  • Riddari av Dannebrog á 1. stigi [4]

Privatlívið

[rætta | rætta wikitekst]

Foreldrini hjá Paula vóru Sofía, fødd Højgaard, úr Rituvík og Joen Elias Ellefsen úr Miðvági, hann var elstur av átta syskjum. Pauli giftist í 1963 við Henni Egholm Ellefsen, fødd Rasmussen. Eftir at hava búð nøkur ár í Danmark, fluttu tey til Føroya og búsettust í Hoyvík. Har vuksu børn teirra eisini upp.[5]

  1. Sudurras.fo
  2. Sudurras.fo, Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður, deyður
  3. Logting.elektron.fo, LØGTINGIÐ 150, HÁTÍÐARRIT, 150 ár liðin, síðani Løgtingið varð endurstovnað, síða 276
  4. Borger.dk[deyð leinkja]
  5. Sudurras.fo, Ein av teimum stóru er farin (Minningarorð eftir Edmund Joensen)