Sjónvarp Føroya (SvF) er almenna sjónvarpið í Føroyum. Í mars 1983 varð Jógvan Asbjørn Skaale settur sum fyristøðumaður fyri eitt 5 ára skeið. Í juli 1983 varð Ragnar C. Joensen settur sum tekniskur leiðari, og í mai 1984 varð Finnur Lómstein settur sum umsitingarleiðari. Tann 1. apríl 1984 byrjaðu royndarsendingarnar, og 1. september 1984 varð SvF alment tikið í brúk.
1. januar 2005 vórðu Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya løgd saman í ein stovn, Kringvarp Føroya.