Bjørt Samuelsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 2. mar 1965 í/á Tórshavn |
Starv | journalistur, politikari, communications adviser |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Mál | danskt mál |
Dátuheiti | |
Commons | Bjørt Samuelsen |
Bjørt Samuelsen (fødd 2. mars 1965 í Tórshavn) er ein føroyskur journalistur og politikari (Tjóðveldi). Hon hevur sitið í Løgtinginum síðan 2008, og var vinnumálaráðharri frá 4. februar til 15. september 2008.
Hon vaks upp í Havn, og fluttið til París sum 19-ára gomul. Seinni flutti hon til Keypmannahavn fyri at lesa bromatologi, og er útbúgvin cand. brom. Síðan flutti hon til Oslo, har hon gekk á Norsk Journalisthøgskole. Hon starvaðist sum blaðkvinna/journalistur á Aftenposten, Forbruker-rapporten, og á Forbrukerinspektørene hjá NRK. Hon var stýrislimur í Fagpressens Journalistforum frá 1998 til 2000, og skrivari og kassameistari í Norsk-færøysk lag frá 1994 til 2000. Eftir at hon flutti heimaftur til Føroya á heysti 2000, hevur hon starvast í Kringvarpi Føroya og sum sjálvstøðug vinnurekandi sum samskiftisráðgevi. Hon hevur eisini undirvíst á Fróðskaparsetri Føroya.
Á løgtingsvalinum 2008 varð hon vald inn á Løgtingið fyri Tjóðveldi. Sama dag, hin 4. februar, varð hon útnevnd til vinnumálaráðharra í aðru stjórnini hjá Jóannes Eidesgaard. Heidi Petersen møtti á løgtinginum í staðin. Samgongusamstarvið helt uppat í september sama árið, og Samuelsen gjørdist aftur løgtingslimur.