Hósvík

Hósvík
Thorsvig (danskt)
Bygd
Hósvík
Hósvík
Land  Føroyar
Sýsla Streymoya sýsla
Oyggj Streymoy
Kommuna Sunda kommuna
Íbúgvar 340 (2021)[1]
Postnummur FO-420
Markatal 19-00-00
Hósvík
Hósvík
Kirkja
Falkur á Ólavsøku 2010.

Hósvík er ein bygd á eystursíðuni á Streymoy. Bygdin var til 2004 sjálvstøðug kommuna, men við kommunuvalið 2003 gjørdist Hósvík partur av nýggju stórkommununi í sundalagnum, Sunda Kommuna. Navnið Hósvík kemur av norrøna navninum Tórsvík (Þórsvík). Ein kirkja er í Hósvík, hon varð vígd 15. desember 1929.[2]

Hósvík var nýggjársbygd. Hagar komu fólk fyrr úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum.

Ítróttur

[rætta | rætta wikitekst]

Hósvík hevur eitt róðrarfelag, sum eitur Hósvíkar Róðrarfelag. Bátarnir eru myrkabláir við svartari rond. Felagið eigur tvey 5-mannafør: Falkur og Heykur og eitt seksmannafar: Hósvíkingur. Hósvíkingur hevur vunnið FM tríggjar ferðir: 1985, 1986 og 1987, Heykur einaferð: 2020, og Falkur einaferð: 2024[3]

  1. Hagstova.fo
  2. Folkakirkjan.fo, Hósvík
  3. "Drekin.fo, Hósvíkingur". http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=boatinfo&boatID=26. Heintað 2012-06-27. 

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 62°9′6.48″N 6°56′40.2″W / 62.1518000°N 6.944500°W / 62.1518000; -6.944500