Naser Khader

Naser Khader
Senior Fellow, Hudson Institute
Limur í Danska Tjóðartinginum
for Østjyllands Storkreds
Núverandi
Tók við starvinum
18. juni 2015
Persónlig kunning
Fødd(ur) 1. juli 1963
Damaskus, Sýria
Tjóðskapur Danskur
Politiskur flokkur Det Konservative Folkeparti
Onnur politisk
tilknýti
Radikale Venstre, Ny Alliance
Sambúgvi Bente Dalsbæk (til 2010)
Børn 2
Starv Senior Fellow, Hudson Institute, Miðeystur-serfrøðingur og sjónvarpsviðmerkjari, útvarpsvertur
Starvsgrein Cand.polit.
Átrúnaður Islam
Heimasíða http://www.khader.dk

Naser Khader (arabiskt:(ناصر خاضر) (føddur 1. juli 1963 í Damaskus) er ein danskur-sýriskur skribentur, fyrilestrarhaldari og politikari. Hann var fólkatingslimur fyri Radikala Vinstra 2001-07. Hann var ein av stovnarunum av flokkinum Ny Alliance. Hann stovnaði felagsskapin Demokratiske Muslimer í sambandi við gøluna um Muhammedtekningarnar.

4.-5. apríl 2007 vóru Naser Khader og Bente Dalsbæk, sum tá vóru par, í Føroyum og hildu hvønn sín fyrilestur í Miðlahúsinum í Havn.

Útbúgving

[rætta | rætta wikitekst]

Árini 1975-80 gekk Naser Khader í fólkaskúla og 1980-83 á studentaskúla í Keypmannahavn. Hann var tann fyrsti danin við útlendskari bakgrund, sum fekk stundentsprógv.[1] Hann er cand.polit. frá Københavns Universiteti, har hann var innskrivaður 1986-93.

Harumframt hevur hann lisið mellemøststudier á Odense Universiteti 1991-93, fjarlestur í islam, m.a. summarskeið á al-Azhar Universitetinum i Kairo 1997, og er útbúgvin innan retorikk og miðlan á Aarhus Universiteti 1994-95. Hann hevur fleiri ferðir verið á námsferð í Miðeystri og hevur verið á fleiri tulkaskeiðum.

Arbeiðslív

[rætta | rætta wikitekst]

Politiskt lív

[rætta | rætta wikitekst]

Naser Khader hevur verið limur í Radikala Vinstra árini 1984-2007 og verið Keypmannahavnskur býráðslimur árini 1997-2000. 7. mai 2007 stovnaði Naser Khader saman við politikarunum Gitte Seeberg og Anders Samuelsen nýggja flokkin Ny Alliance.

Nevndararbeiði

[rætta | rætta wikitekst]
  • 1998-2001 limur í etiska ráðnum
  • 2000-2001 limur í »tænketankinum« um integratión hjá danska innanríkisráðnum
  • 1999-2000 nevndarlimur í Lokale- og Anlægsfonden
  • 1998-? limur í nevndini hjá Nyt Europa

Bókaútgávur

[rætta | rætta wikitekst]
  • Ære og Skam, Borgen (1996)
  • khader.dk (saman við Jakob Kvist), Aschehoug 2000
  • Nasers Brevkasse. Interview ved Elisabeth Svane, Gyldendal Uddannelse (2001)
  • Naser Khader og folkestyret - de første fire år. Politiken (2005)

Heiðurslønir

[rætta | rætta wikitekst]
  • Forfatterforeningens pris for Fred og Mellemfolkelig Forståelse, aug. 1998
  • HK's Kulturpris, 1998
  • AFS-Interkulturs Interkulturprisen 1999
  • Modermål-Selskabets Modersmål-Prisen 2000
  • Junior Chambers pris som The Outstanding Young Person 2001
  • P.A. Heiberg Prisen, Dansk Pen's ytringsfrihedspris, 2002.
  • Jyllands-Postens Fonds Ytringsfrihedspris, 2006.

Foreldur hansara eita Ahmed Abu Khader og Sada Abu Khader. Hann livdi saman við løgfrøðinginum og rithøvundanum Bente Dalsbæk frá 2003 til 2010 saman við trimum børnum, hann átti eina dóttir frammanundan og hon átti ein son, í 2004 fingu tey ein son saman. Hon flutti frá honum í 2010. Hann var fólkatingslimur fyri Radikale Venstre, tá tey komu saman, og hon var tá taluskrivari fyri Christian Majdahl, sum var Fólkatingsins formaður tá.[2]