Búmerkið hjá Atlantic Airways er ein súla - hetta er ikki tað einasta búmerkið, Atlantic Airways hevur havt. Áðrenn var tað 2 A í føroyskum flagglitum, sum vóru samantvinnað.
Starvsfólkaliðið taldi í 2012 168 ársverk, flogførini eru fýra og tyrlurnar tríggjar í tali hjá felagnum[1].Til samanberingar, so vóru í fyrsta ársfjórðing í 2008 204 fulltíðar starvsfólk hjá Atlantic Airways, og hevði felagið 7 flogfør og 3 tyrlur[2]. Felagið rekur størsta arbeiðsplássið í Vágum og telist eisini millum tey størstu í Føroyum.
2007Desember varð triðingurin av partapeninginum í Atlantic Airways seldur av landsstýrinum til privat, og samstundis varð Atlantic Airways skrásett á virðisbrævamarknaðinum OMX.
2012 Nýggja AirbusA319-flogfarið kemur til Føroya frá flogfarssmiðjuni hjá Airbus í Hamburg tann 22. mars[3]. Flogfarið flýgur sín fyrsta rututúr tann 28. mars sama ár.
2013 Nevndin skifti stjóran út, Magni Arge fór frá og nýggjur fyribilsstjóri gjørdist danin Jørgen Holme.[4]
2015 Jóhanna á Bergi gerst stjóri í Atlantic Airways og skrivar søgu, við tað at hon er fyrsta kvinnan í er forstjóri í einum norðurlendskum flogfelag.[5]
Trý flogfeløg vórðu heiðrað sum ársins flogfelag í Evropa við ávikavist gullmerki, silvurmerki og bronsumerki á aðalfundinum hjá European Regions Airline Association í Dublin hin 21. september 2012. Atlantic Airways fekk bronsu. Magni Arge, stjóri, fekk vegna Atlantic Airways handað Airline of the Year-heiðursmerki fyri á slóðbrótandi hátt at hava tikið nýggja navigatiónstøkni í nýtslu og hava prógvað sínar dygdir sum felag og sítt virði fyri Føroyar.[8]
200824. mars misti ein BAe 146 nasahjólið á flogfarinum beint áðrenn fráferð úr Kastrup Floghavn. Flogfarið lendi í Føroyum uttan trupulleikar; flogskiparinir høvdu ikki uppdaga nakað óreglusemi. [9].
200610. oktober fór ein BAe 146-200A av breytini í Stord floghavn í Noregi. Umborð vóru 16 fólk. Tólv vóru ferðafólk og manningini taldið fýra. Av hesum 16 doyðu fýra, meðan hini megnaðu at rýma úr vrakinum.[10][11][12].
1989 í Vága Floghavn kundi ein BAe 146-200A ikki steðga á lendingarbreytini og koyrdi tí inn í eina trygdarmerking. Ongin kom til skaða.