Carsten Jensen (føddur 24. juli 1952 í Marstal á Ærø) er mag.art. í bókmentafrøði, rithøvundur og kjakari.
Carsten Jensen varð útbúgvin mag.art. í bókmentafrøði í 1981 frá Københavns Universitet, og gjørdist í 1980'unum eitt kent navn av tí at hann skrivaði samfelagskritiskar essays og greinar í Politiken. Harumframt hevur hann verið knýttur at Dagbladet Information, Aktuelt, Ekstra Bladet og Morgenavisen Jyllands-Posten. Frá 1985-1990 var hann blaðstjóri á tíðarritinum Fredag.
Í 1997 fekk Carsten Jensen De Gyldne Laurbær fyri ferðafrásøgnina Jeg har set verden begynde, sum hann útgav í 1996. Í 2001 gjørdist hann adjungeraður professari í mentanargreining við Det Humanistiske Fakultet, Syddansk Universitet, og tíðarskeiðið 2000-2003 var hann limur í Det Kulturelle Vismandsråd.