Henrik Old | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 20. jun 1947 í/á Vágur |
Starv | politikari, skipari, fiskimaður |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Henrik Old |
Henrik James Frits Old (20. juni 1947 í Vági) er ein føroyskur politikari og skipari. Hann var løgtingsmaður frá 1984 til 2008 og varð aftur valdur inn á Ting 29. oktober 2011. Tær fyrstu ferðirnar ið hann stillaði upp, var Føroyar býtt sundur í 7 valdømi, Henrik Old stillaði upp og varð valdur í Suðuroyar valdømi fyri Javnaðarflokkin. Tá hann stillaði upp og varð valdur í 2011 var Føroyar 1 valdømi, men hann varð stillaður upp av Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag. Hann var aftur valdur í Løgtingið í 2015, 2019 og 2022.
Henrik Old var fiskimaður frá 1964 til hann í 1977 gjørdist skipari. Henrik Old er sonur Henrikku Jacobsen Old og Dennis William Connor Old. Fosturforeldur hansara vóru Inger og Johannes Joensen úr Vági. Henrik er giftur við Elsebeth Old, sum er dóttir Jenny Hentze og Petur í Gong.
Í desember 2009 gjørdist greitt, at Henrik Old stillaði upp til formansvalið í Fiskimannafelagnum móti Jan Højgaard. Úrslitið gjørdist tó, at Jan Højgaard vann við 653 atkvøðum, Henrik Old fekk 380.[1]