Høgni Hoydal

Høgni Hoydal
Føddur 28. mars 1966
Keypmannahavn, Danmark
Yrki Sjómaður, læraravikarur, tíðindamaður
Útbúgving Cand.comm.
Flokkur Tjóðveldi
Álitisstørv
1998– Løgtingsmaður
1998–2003 Landsstýrismaður, varaløgmaður
2000– Floksformaður
2001–2011 Fólkatingsmaður
2008 Landsstýrismaður

Høgni Karsten Hoydal (føddur 28. mars 1966 í Keypmannahavn) er føroyskur politikari. Foreldrini eru Gunvør og Kjartan Hoydal. Kona hansara er Hildur Hermansen, og tey eiga trý børn. Hann er útbúgvin í søgu og samskifti á lærda háskúlanum í Roskilde. Áðrenn hann gjørdist politikari starvaðist hann sum sjómaður, sum læraravikarur, og sum tíðindamaður í Sjónvarpi Føroya. Høgni Hoydal hevur givið út tvær bøkur um politisk viðurskifti. Onnur nevnist "Myten om Rigsfællesskabet", sum kom út á vári í 2000, og hin nevnist "Frælsi er ábyrgd", sum kom út stutt fyri jól sama ár.

Politisk lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1998 varð hann valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin og gjørdist varaløgmaður og landsstýrismaður við ábyrgd av fullveldisætlanini, norðurlendskum samstarvi og lógarmálum. Seinni varð hann valdur til formann í Tjóðveldisflokkinum. 5. desember 2003 skrædnaði tásitandi samgonga og nýval varð útskrivað. Høgni varð afturvaldur á ting og gjørdist tá formaður í størsta flokki í andstøðu.

  • 1995 - Håb i krise (Vón í kreppu) saman við Michael Haldrup.
  • 2000 - Myten om rigsfællesskabet (Mýtan um ríkisfelagsskapin).
  • 2000 - Frælsi er ábyrgd.
  1. Kringvarp.fo, Valúrslit 2011
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið