Føroya Tele

Føroya Tele er størsti veitari av kunningar- og fjarskiftistænastum í Føroyum. Samtakið Føroya Tele er móðurfyritøka, sum hevur dóttirfeløgini FT Net, FT Samskifti og Televarpið. Stjóri í Føroya Tele er Jan Ziskasen.

Fyrsta telefonlinjan bleiv sett upp í 1905 av Ólavi á Heygum í Vestmanna (sí meiri á Telefon í Føroyum). Føroya Løgting yvirtók í 1906 hesa linjuna og stovnaði felag, ið fekk navnið "Færøernes Amtskommunes Telefonvæsen". Seinni fekk felagið navnið "Telefonverk Føroya Løgtings" (vanliga nevnt "Telefonverkið").

Í 1930 vóru allar bygdir í Føroyum knýttar á telefonnetið, tó undantikið Suðuroyggin, sum bert hevði radiotelegrafsamband við Tórshavn.

Í 1954 kundi man á fyrsta sinni ringja til útlandið - fyrst var tað bert til Danmarkar.

Í 1989 kom fartelefoni til Føroya.

Í apríl 1998 varð stovnandi aðalfundur hildin fyri at stovna Telefonverkið sum alment partafelag. Hetta nýggja partafelagið fekk navnið Føroya Tele. Føroya Løgting eigur framvegis allan partapeningin í Føroya Tele.

Frá 1. januar 1999 avtók Løgtingið einkarættin hjá Føroya Tele at reka fjarskiftistænastur í Føroyum. Hetta førdi við sær, at onnur feløg stungu seg upp og bjóðaðu fram fjarskiftistænastur.

Í 2002 varð Televarpið stovnað.

Á sumri 2004 flutti høvuðssæti hjá Føroya Tele í Havn inn í nýggjan snotiligan bygning, ið hevur fingið navnið Klingran.

Í 2005 vóru dótturfeløgini FT Net og FT Samskifti stovnað.

Í 2007 keypti Føroya Tele meirilutan av Formula.fo

Í 2008 varð SHEFA-2 kaðalin tikin í nýslu, sum FT hevur lagt millum Føroya, Hetland, Orknoyggjar og víðari til meginlandið.[1]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "FT.fo, Søga". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-08-06. https://web.archive.org/web/20110806054622/http://www.ft.fo/Default.aspx?ID=266. Heintað 2012-08-07. 

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]