Jóannes Patursson | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 6. mai 1866 í/á Kirkjubøur |
Andaðist | 2. aug 1946 í/á Kirkjubøur |
Starv | yrkjari, høvundur, politikari, bóndi, sangskrivari |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin, Vinnuflokkurin, Nýtt Sjálvstýri |
Børn | Erlendur Patursson, Páll Patursson |
Mál | Føroyskt mál, danskt mál, Norskt mál |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000002362233 |
VIAF | 59468368 |
LCAuth | n93087211 |
Commons | Jóannes Patursson |
Jóannes Patursson | |
---|---|
Føddur | 6. mai 1866 Kirkjubø, Føroyum |
Deyður | 2. august 1946 |
Yrki | Kongsbóndi |
Útbúgving | Búnaðarfrøðingur |
Flokkur | Sjálvstýrisflokkurin 1906–1936 Vinnuflokkurin 1938–1940 Fólkaflokkurin 1940–1946 |
Álitisstørv | |
1901–1946 | Løgtingsmaður |
1901–1906 | Fólkatingsmaður |
1918–1920 | Landstingsmaður |
1928–1936 | Landstingsmaður |
Jóannes Patursson (føddur 6. mai 1866 í Kirkjubø, deyður 2. august 1946) vanliga nevndur Bóndin, búði í Kirkjubø, har hann eisini festi størsta kongsgarðin í Føroyum. Foreldrini vóru Trina Dionedatter f.1840 á Velbastað, norði á Heyggi og Páll Patursson úr Kirkjubø. Jóannes var langabbasonur Nólsoyar Páll. Jóannes giftist við Guðny Eiriksdóttur úr Karlsskála í Íslandi.
Jóannes fór til Noregs í 1882, har hann fekk landbúnaðarútbúgving. Hann hevði stórar ætlanir um landbúnað í Føroyum. Í 1884 kom hann heimaftur og hitti á vegnum ein komandi føroyskan tjóðskaparmann, Rasmus Christoffer Effersøe, sum hann fór at samstarva nógv við í framtíðini.
Í 1887 tók skriving seg upp í Dimmalætting um Føroya støðu í mun til Danmarkar, og hetta bleiv í 1888 til veruligt kjak. Og jóladag 1888 var Jólafundurin í tinghúsinum, har samtykt varð, at virkast skuldi fyri at varðveita føroyska málið, sum tá var hótt. Hetta førdi til stovnanina av Føringafelagi í 1889.
Jóannes varð valdur í Løgtingið í 1901, og fór har at virka fyri endamáli Føringafelags, sum var
Hann sat í løgtinginum restina av lívinum. Her býttust føroyskir tinglimir í liberalar, sum Jóannes hoyrdi til, og konservativar. Í 1906 var Sambandsflokkurin formliga stovnaður, og grundarlagið undir føroysku flokkskipanini skapt.
Fyrsta tíðin í løgtinginum gekk væl, og Løgtingið vann nógvar pengar tey fyrstu árini. Jóannes og Christian Bærentsen, vinstri- og amtmaður, fingu fleiri lógir ígjøgnum, eitt nú nýggja lønarlóg fyri lærarar, skipatrygging o.s.fr. Eisini fingu teir Fólkatingið at játta Føroyum 57 000 kr um árið. Jóannes setti uppskot um tað sonevnda 'hvalagjaldið', har Løgtingskassin vann um 10 000 - 15 000 krónur um árið, sum eisini varð viðtikið. Hugsjónir Jóannesar byrja spakuliga at koma til lívs, og tað tykist, at skjótt vera Føroyar sjálvstøðugt, sum Jóannes hevur ynskt.
Á Ólavsøku í 1902 legði Jóannes fram uppskot, at brennivínstollurin, sum áður var farin í ríkiskassan og var størsta inntøka ríksins úr Føroyum, skuldi nú umsitast av Løgtinginum. Hetta tók ongin av tingmonnunum undir við, og er tað hetta uppskotið sum seinni spøkir aftur, tá Jóannes 'fellur' í 1906.
Jóannes sat í danska fólkatinginum 1901-1906 og í danska landstinginum 1918-1920 og 1928-1936. 1901-1906 umboðaði hann Suðuroyar valdømi, og Suðurstreymoyar valdømi 1906-1946.
Tjóðskaparkensla Jóannesar fánar ikki, tá hann verður fólkatingslimur. Tvørtímótir. Hann nýtir høvið í fyrstu talu síni at greiða donsku pressu og politikarum frá um føroysk viðurskiftir. Dentur varð framvegis lagdur á móðurmálið og skúlagongd, har hann krevur, at næmingar skulu læra føroya søgu. Hann staðfestur, at ongin fíggindaskapur fylgdi við teimun tjóðskaparligu viðurskiftinum, og loysing frá Danmark enn ikki ein ætlan. Áður er Jóannes stemplaður sum “danahatari” og stuðlari av 'separatismu'. Hugtøkini verða fyrstu ferð nýtt um Jóannes í 1894 í eini veistlu fyri sýslumanninum, H. C. Muller, tá Jóannes læt glasið standa á borðinum, tá skálað varð fyri “móðurlandinum Danmark”.
Við fólkatingsvalið í 1903 møtir Jóannes harðari mótstøðu. Hann hevði stutt fyri valið givið út bókina 'Færøsk Politik', har hann lýsir føroyskan politikk. Hann setur spurnartekin við dosnku grundlógina og metir, at skipanin ikki var nóg góð fyri føroyingar. Hann setur fram ta áskoðan á framtíðar stýrislag Føroya, í fimm pørtum, har endamálið er at:
Løgtingið verður alt fólkavalt og skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni. Ríkisins umboðsmaður sleppur á fundirnar, men hevur ikki atkvøðurætt. Eingin lóg verður gandandi í Føroyum, uttan hon øll er samtykt av løgtinginum. Løgtingið kann gera lógaruppskot, sum stjórnin beinleiðis kann góðkenna. Løgtingið fær undir uppsýni av stjórnini ræðið á serligu føroysku fíggjarviðurskiftunum.
1906-1940 var Jóannes í Sjálvstýrisflokkinum. Men tá hann ikki varð valdur at stilla upp fyri flokkin í 1940, fór hann úr flokkinum. Saman við Vinnuflokkinum stovnaði hann Hin føroyska fólkaflokkin (radikalt sjálvstýri). Hetta samsvaraði væl við broytta lyndi hansara. Í fyrstuni var Jóannes hóvligur sjálvstýrismaður, men til endans var hann víðgongdur loysingarmaður.
Leygardagin 14. september 1946 var fólkaatkvøða um ríkisrættarstøðu Føroya, og ein meiriluti av fólkinum valdi loysing. Men av tí at Jóannes doyði 2. august, slapp hann ikki at síggja tað henda.
Bóndagarðurin hevur nógv ættarlið á bakið, og mentanin er sterk. Har er nógv at byggja á og kenna ábyrgd fyri. Á ungum árum, leggur pápin hesa ábyrgdarkensluna niður í sonin. Foreldrini hava uttan iva spælt ein avbera stóran leiklut í, hvør Jóannes gerst sum persónur. Sum 15 ára gamal, fer Jóannes til Noregs á landbúnaðarskúlan, Stend. Seinni tekur hann búnaðarprógv í Os, uttanfyri Oslo. Heimafturkomin, festir hann kirkjubøgarð. Hann tekur ikki bert vitanin um landbúnaðin við sær heim aftur. Í Noreg hoyrir hann stríð Bjørnstjerne Bjørnson um Norska flaggi, og um onnur, tá, óvunnin rættindi; og á skúlanum eru eisini íslendingar ið hava sína ávirkan.
Í 1906 merkist av álvara at føroyski tjóðskaparhugurin er givin at blóma. Hin 14.mai 1906, leggur Jóannes, fram eitt tilboð til Løgtingið frá donsku stjóruni. “Tilboðið” vildi í høvuðsheitinum føra við sær at Løgtingið fekk størri ábyrgd á nøkrum málsøkjum í Føroyum, afturfyri at fáa eisini krevja skatt inn. Eftir viðgerð á tingi í mai mánaði, var samtykt at heita á løgmalaráðharran um at koma við einari skrivligari orðing av tilboðnum. Eisini kann sigast, at Oliver Effersøe, sum umboðaði komandi sambandsflokkin, gjørdi sær stóran ómak at tala niður um “Tilboðið”, sum seinni gjørdist niðurlag fyri Jóannes.
Sama ár er bæði fólkatings- og løgtingsval. Fólkatingsvalið hin 22. juni gjørdist ein stórur ósigur fyri bóndan úr Kirkjubø, har mótstøðumaðurin, Oliver Effersøe, fekk meir enn tvífalt so nógvar atkvøður sum Jóannes. Sjálvstýrispolitikkur var av álvara í vanda fyri falli. Á løgtingsvalinum hin 18. juni vóru valdir 8 sjálvstýrispolitikkarar, meðan Sambandsflokkurin fekk 12 valdar. Við hesum var løgtingið býtt í tveir partar: ein sambandsflokk og ein sjálvstýrisflokk. Sambandsflokkurin var settur á stovn í 1906. Sjálvstýrisflokkurin hevði virkað sum flokkur síðan 1903, tá Føroya Framburðsfelag varð sett á stovn, men varð formliga settur á stovn í 1908 ella 1909.
Tá “Tilboðið” verður viðgjørt á Ólavsøku í 1906, verður tað eitt sjálvsagt niðurlag fyri Jóannes (meirluturin var jú sambandsmenn).
Jóannes varð skuldsettur fyri bæði eitt og annað. Tað at Fríðrikur Petersen, próstur, var í móti Jóannessar politisku hugsjónum, hevur verið ein avgerandi faktorur, tá Jóannes 'fall'. Fólkið í Føroyum hevði stóra virðing fyri prósti, og tá hann og floksmenn hansara skuldsettu Jóannes fyri bæði danahatur og 'separatismu', hevði bóndin ongan kjans. Hugtøk sum 'Brændevinspartiet' og 'ædruelighedens fjende nr. 1', sum hava uppruna í 1902, tá hann setti fram uppskot um brennivínstoll, vórðu tikin fram aftur. Danmark hevði umsitið brennivínstollin í mong ár, men er tó ongantíð komið undir slíkt hugtak. Viðhaldsmenn Jóannessar blivu stemplaðir sum 'skilsmissepolitikere' og 'ótrúgvir ríkisfelagsmenn'. Umframt skuldsetanir, varð hótti ein av høvuðsfaktorinum til fallið. Tá tala var um m.a. “Tilboðið”, hótti Skattaræðingin við høgum skatti og segði at avleiðingar vóru “innliming til ein annan stat”. Virðingin fyri danir var so høg, at fólkið ikki longur vildi kennast við Jóannes og sjálvstýrispolitikk hansara.