Thorbjørn er føddur sum tann yngsti av trimum systkinum, í eina keypmannsfamilju, í býarpartinum Kampen, í Oslo í 1912. Hann var 12 og 14 ár yngri enn eldru systkyni síni. Pápin, Magnus Egner, hevði ein kolonial handil, og hevði bakgrunn í landbrúki. Mamman Anna var frá býnum Frogn. Familjan var sera musikølsk. Pápin og beiggjin spældu violin, Thorbjørn og systir hansara spældu klaver, og øll sungu tey. Thorbjørn plagdi at fara út í gøtuna, saman við vinum sínum og starta gøtuorkestur, við floytu, trummum, horni, og sjálvur spældi hann banjo.
Sumrini nýtti Thorbjørn javnan hjá fastir síni Louisu, og familju hennara á einum garði í Sørum. Minningarnar frá barndóminum, bæði frá Kampen og frá Sørum, hava givið sín dám á skriv hansara seinni í lívinum.
15 ára gamal fekk Thorbjørn, í august1928, eitt skrivstovu arbeiði sum hjálpari í fyritøkuni A. Nilson & Co, Coal Agents. Samstundis gekk hann á kvøldskúla í Oslo kommunale handelsskole, og fekk hann í handilsprógv frá tí skúlanum í 1930. Í Handilskúlanum møtti hann javngomlu Annie Eliasen, sum hann giftist í 1937. Í 1930 skifti hann starv, og fekk starv sum lýsingarteknari, í tí sambandi las hann eisini á einum lýsingarskúla í eitt tíðarskeið.[1]
Hann gavst í lýsingar lýsingarvinnuni í 1940, fyri at halda seg til at skriva bøkur. Tá var elsti sonur hansara, Bjørn, hálvtannað ára gamal, og næsta barn á veg.
Frá heystinum 1939 hevði Thorbjørn eina fasta síðu, við figurunum "Truls og Kari" í vikublaðnum Illustrert Familieblad.
Undir seinna veraldarbardaga skrivaði og myndprýddi hann bøkur til vaksin.
Í 1946 fekk Thorbjørn starv hjá NRK, tí norska kringvarpinum, har hann kvøddi, las og fortaldi søgur.
Fra februar til apríl í 1949 var Thorbjørn á lestrarferð í Fés, í Marokko. Upplivingar frá tí ferðini vórðu endurgivnar í jólaheftinum Juleglede 1949, og varð seinni, eftir eitt sindur av umskriving, grundarlagið fyri Kardamummubýin.
Thorbjørn skrivaði flest síni kendu verk í millum 1940 og 1955, og nýtti tíðina eftir tað, til at endurútgeva og víðari útvikla verk síni. Eitt dømi um hetta, er at um ein bók nú skuldi á pall og setast upp sum sjónleikur, so kundi hann finna uppá ikki bara at skriva leikritið, men skriva nakar sangir sum passaðu til leikin.[2]
Í 1950-árunum vóru fleiri av verkum Thorbjørns á palli. Karius og Baktus sum dukkusjónleikur í 1955. Kardamummubýurin á Nationalteatrinum í 1956, og Klatrimús og Valbakkaskógurin í Oslo Nye Teater og Riksteatret i 1959 – 1960, og Tjóðleikhúsinum í Reykjavík, og Det ny Teater í Keypmannahavn í 1962. Leikritið var sera væl mótikið í fleiri londum, og ein uppteljing frá 1972 vísti at Kardamummubýurin hevði verið á palli í 14 londum. Klintrimús og Valbakkaskógurin í 8 londum.[3]
Í 1987 var Thorbjørn við til at planleggja bygging av kardamummubýnum í djóragarðinum í Kristiansand. Tíverri náddi hann aldrin at síggja úrslitið, tí hann varð knappliga sjúkur og doyði jólaftan 1990.
1952 – A.A. Milne: Ole Brumm – originaltittel: Winnie-the-Pooh, 1926.
1953 – A. A. Milne: Ole Brumm og vennene hans – originaltittel: The house at Pooh Corner, 1928.
1954 – Hugh Lofting: Doktor Dyregod – originaltittel: Doctor Doolittle, 1920. Sangene i boka er skrevet av Egner med melodi av Christian Hartmann. Nyillustrert av Egner.
1956 – Astrid Lindgren: Lillebror og Karlsson på taket – originaltittel: Lillebror och Karlsson på taket, 1955.
1958 – H.G. Wells: Tommy og elefanten – originaltittel: The Adventures of Tommy, 1929. Nyillustrert av Egner.